Landingarmiðstøðin nýggjar eigarar

Í dag hevur Landingarmiðstøðin á Toftum fingið nýggjar eigarar.

 

Í dag hevur Landingarmiðstøðin á Toftum fingið nýggjar eigarar. Nýggju eigararnir eru teir somu, sum síðani hálvan apríl í ár hava leigað landingarmiðstøðina frá trotabúnum.

 

Síðani P/F Landingarmiðstøð Føroya mátti gevast við virksemi sínum fyri páskir í ár, hevur bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, havt ábyrgdina av búnum.

 

Virksemið lá bara stilt í ein lítlan mánað, tí síðani 15. apríl hevur Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv leigað landingarmiðstøðina frá trotabúnum.


Tað er hetta felag, Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum nú hevur keypt landingarmiðstøðina. Talan er um ein samanbygdan virkisbygning við tilhoyrandi rakstrargøgnum.


Eigararnir í Sp/f Landingarmiðstøðini við Toftagjógv eru Niclas Davidsen, Rúni Lamhauge, Per Mikkelsen og Sp/f Molva v/ Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen. 


Niclas Davidsen er nevndarformaður, og Rúni Lamhauge er stjóri.

 

Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, váttar fyri in.fo, at sølan er farin fram í dag, men hann vil einki siga um, hvussu nógv bygningur og rakstrargøgn eru seld fyri.