Landingarmiðstøðin á Toftum letur aftur

Virksemi seinastu tíðina hevur verið ov tungt og tí hava eeigararnir núi boðað kundunum frá, at Fiskamarknaðurin gevst


Seinastu  tíðina hevur tað verið trupult hjá Landingarmiðstøðini á Toftum at fáa endarnar at røkka saman.

Raksturin hevur ikki verið  nøktandi, og sum gongdin er nú síggja framtíðarútlitini ikki út til at vera góð.


Eigararnir hava tí avgjørt, at gevast við virkseminum, og seinasti vanligi arbeiðsdagurin  á Landingarmiðstøðini var í gjár

Ætlanin er, at selja útgerð so sum trukkar, maskinur og annað.