Landingarmiðstøðin farin á húsagang

Landingarmiðstøðirnar á Toftum og í Klaksvík eru farnar á húsagang, upplýsir Landingarmiðstøð Føroya í dag.

– Ógvusligu broytingarnar innan fiskivinnu okkara hava gjørt, at rakstur felagsins hevur verið sera tungur, sigur Kristian Fríðrik Olsen á Landingarmiðstøðini.

Hann sigur arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum bæði við at broyta bygnaðin og at rationalisera raksturin.

Eisini eru royndir gjørdar at býta landingarmiðstøðina sundur, so at deildin í Klaksvík og á Toftum verða hvør sær og at at fáa nýggjar íleggjarar uppí.

– Men tað hevur ikki borið á mál og tí hevur nevndin í dag biðið skiftrættin um at takað felagið upp til trotabúgvarviðgerð, sigur Kristian Fríðrik Olsen

– Tað vil siga at alt okkara virksemi er hildið uppat, leggur hann afturat.

Eisini landingarmiðstøðin á Tvøroyri er farin á húsagang og hon verður seld á tvingsilssølu í næstum.

Hoyr niðanfyri samrøðuna við Kristian Fríðrik Olsen, sum greiðir frá, hví tað ikki bar til meira at reka landingarmiðstøðirnar: