Fiskivinna
Landingarmiðstøð Føroya, sum P/F Fiskamarknaður Føroya eigur og P/F Snodd á Toftum, eru nú farin undir eitt royndarsamstarv, har Landingarmiðstøðin í fyrsta lagi landar og skilir fiskin, meðan Snodd tekur sær av pakking, tá ið viðskiftafólk ynskja, at fiskurin verður pakkaður.
Samstarvið merkir, at Snodd ikki longur fer at landa skip sum higartil, men í fyrsta lagi fer at leggja seg eftir at pakka.
Væntandi merkir avtalan, at fleiri landingar verða um Landingarmiðstøðina, tá ið Snodd ikki longur fer at landa, og tí er ætlanin, at nakrir av landarunum hjá Snodd fara at landa fyri Landingarmiðstøðina.
Ov lítið í part
Bæði feløgini hava landað skip og skilt, men mett verður, at nýggja samstarvið fer at tæna báðum pørtum ? og ikki minst seljarum og keyparum, nú bæði feløgini fara at leggja seg eftir tí, sum tey duga best og ikki hava somu "funktiónir" á bryggjuni á Toftum.
Við hesum er ikki sagt, at bæði feløgini ikki duga at landa og skilja, men marknaðurin er ikki so stórur, at nóg mikið er til báðar partar.
Sum skilst, hevur landingarparturin ikki kastað tann nógva peningin av sær.
Landingarmiðstøðin hevur framkomna skiljilinju, og hjá Snodd hava tey stóra pakkilinju og drúgvar royndir í at pakka fisk.
Er nógv at gera, kunnu bæði feløgini vera saman um fleiri av uppgávunum, soleiðis at tænastan hjá seljarum og keyparum verður betur enn higartil.
Mennandi samstarv
Kristian Fríðrik Olsen er stjóri á Landingarmiðstøð Føroya, sum hevur landing á Toftum og í Klaksvík.
Hann sigur, at eitt av endamálunum við avtaluni, sum er gjørd millum Landingarmiðstøðina og Snodd, er at menna hendan partin av fiskivinnuumhvørvinum á Toftum.
- Málið er at optimera landing, skiljing og pakking og harvið at kunna bjóða okkara viðskiftafólkum eina betri tænastu.
Kristian Fríðrik ásannar, at tænastan, sum Landingarmiðstøðin hevur bjóðað sínum viðskiftafólkum, hevur ikki verið nóg góð.
- Nú vilja vit í felag kunna bjóða seljarum og keyparum fleiri tænastur og vilja náa málinum at nøkta teir serligu tørvir, sum seljarar og keyparar hava.
Tæna øllum pørtum
Hann sigur, at økta tænastan eitt nú skal skapa møguleikar fyri skiljing í fleiri støddir, soleiðis at viðskiftafólku skulu kunnu fáa tað, tey vilja hava.
- Ein slík tænasta tænir bæði teimum, sum flyta feskan fisk av landinum, men eisini teimum virkjum í Føroyum, sum ynskja at arbeiða ávís fiskasløg ? og ikki minst ávísar støddir av fiski.
Kristian Fríðrik ásannar, at keyparar stundum hava havt fleiri ynskir, enn feløgini hava kunnað gingið á møti.
- Nú vilja vit brúka orkuna og førleikan betri, soleiðis at meira kann fáast burtur úr ? viðskiftafólkunum og okkum øllum at gagni.
Hann heldur, at tað týdningarmesta er, at tvey feløg, sum hava líknandi funktiónir ? undir liðini á hvørjum øðrum - ikki drepa hvørt annað, men heldur í samstarvi kunnu veita eina betri tænastu og harvið tjena pening, sum er neyðugt, um virksemið skal vera varandi.
Útróðrarfiskurin
Vit spurdu eisini Kristian Fríðrik Olsen, um hann væntar, at útróðrarfiskurin kanska fær eina sterkari støðu á marknaðinum, nú feløgini eru gingin saman um samstarv.
Hann gevur okkum rætt í, at útróðrarfiskurin er vorðin "det sorte får" í skipanini, men hann sigur seg vóna, at eisini útróðrarfiskurin kemur at fáa nakað burtur úr hesum.
- Útróðrarfiskurin er vorðin nógv betur við tíðini. Menn gera meira burtur úr við at hava góðan fisk ? og toskurin er sum so eingin trupulleiki. Trupulleikin er serliga hýsan, sigur hann.
Kristian Fríðrik Olsen sigur, at tann góði útróðrarfiskurin skuldi verið flokkaður fyri seg, soleiðis at teir, sum hava góðan fisk, fáa meira fyri sína veiði.
- Tað skal loysa seg at gera eitt gott arbeiði ? eisini hjá útróðrarmonnunum. Hetta eigur sjálvsagt at síggjast aftur í prísinum, leggur hann aftrat.










