Landið misti pengar upp á nýggjárssending-felag

Tað loysir seg ikki at steina, tá tú býrt í glashúsi. Tí kunnu bæði Jørgen Niclasen og løgmaður kenna seg tryggar: Stjórin í nýggjárssendingini hjá Kringvarpinum hevur eisini »snýtt« landskassan

Tað loysir seg ikki at steina, tá tú býrt í glashúsi. Tí kunnu bæði Jørgen Niclasen og løgmaður kenna seg tryggar: Stjórin í nýggjárssendingini hjá Kringvarpinum hevur eisini »snýtt« landskassan

 

Jørgen Niclasen og onnur framstandandi fólk, sum sambært Kringvarpinum hava snýtt landið fyri pengar, kunnu helst kenna seg trygg fyri ikki at verða úthongd í nýggjárssendingini í Kringvaprinum nýggjársaftan. Tí tað eru ikki bara Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen, ið sum leiðarar fyri partafeløgnum hava kostað landinum pengar. Tað hevur Kári Durhuus eisini. Og Kári Durhuus er saman Hansinu Debes stjóri í felagnum Sp/F Fjølvinna, sum hevur fingið framíhjárætt fram um onnur at gera nýggjárssendingina í Kringvarpinum. Landið hevur avskrivað slakar 30.000 krónur í mvg upp á Sp/F Fjølvinnu.

 

Talan er um eitt endurstovnað konkursfelag, sum skal gera nýggjárssendingina. Sp/F Fjølvinna varð strikað úr partafelagsskrásetingini 1. mars í 2012. Sambært uppgerð hjá Taks, so skyldaði felagið, tá tað fór á húsagang í fjør, 28.781 krónur í MVG. Hesar pengar hevur landið avskrivað og mist.

 

Sambært Skráseting Føroya, so varð felagið stovnað í 2002 við tí endamáli at reka handil og tænastu, bæði innan fjølmiðla- og handverksvinnu umframt fasta ogn og annað starv í hesum sambandi. Stjóri í felagnum var Kári Pauli Durhuus.

 

Tann 10. juni í ár lýsir Skráseting Føroya aftur um felagið Sp/F Fjølvinna. Nú er tað eitt felag á Strondum, sum hevur itið »Við Fýrin«, sum skiftir navn til Sp/F Fjølvinna. Stjórar eru Hansina Debes og Kári Durhuus, og felagið skiftir kommunu til Tórshavnar kommunu.

 

Sambært skrásetingini er endamál felagsins nú at reka virksemi innan fjølmiðlar og samskifti, byggi- og handverksvinnu, sjúkra- og heilsurøkt, reingerð, útleigan umframt keyp og sølu og annað virksemi, sum knýtir seg at hesum vinnugreinum.

 

At gera public service tilfar í einum alemnnum skattafíggjaðum fjølmiðli, sum Kringvarpi Føroya krevur, at trúvirðið er í hásæti. Fólk eru jú tvungin við pantifúta og Føroya Rætti at gjalda kringvarpsgjald. Men Kringvarpið blandar við sínum framferðarhátti í grovan stíl saman privat fíggjarlig áhugamál hjá ávísum persónum saman við almennu skyldunum hjá stovninum.

 

Sambært Bjarna Djurholm, formanni í mentanarnevndini hjá løgtinginum, so er Kringvarpið á eggini til tað ólógliga. Sambært Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, so má »skrekkeksemplið frá í fjør« ikki endurtaka seg. »Skrekkeksemplið frá í fjør« var nýggjárssendingin, sum verður endurtikin við einum privatum partafelag, sum hevur pádrigið landinum tap við ikki at rinda meirvirðisgjald, og sum tí valla kann seta fingurin á líknandi viðurskifti hjá eitt nú Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannsen, sum eins og Kári Durhuus og Sp/F Fjølvinna hava kostað landskassanum pengar.

 

Lesið esini: Stjórin í Kringvarpinum: Eingin trupulleiki

 

Les eisini: Kringvarpið á eggini

 

Les eisini: Kreativur Nýggjárssáttmáli