Landið fer bara at keypa elbilar

ALmennir stovnar skulu bara keypa elbilar. Tað hevur landsstýri gjørt av í dag

 

Fyrsta dagin fer Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, at senda út eitt rundskriv, sum áleggur øllum almennum stovnum, at tá tey skulu keypa nýggjar bilar, so skulu tey keypa elbilar.

– Talan er um eitt átak, sum er liður í tí veðurlagspolitikki, sum Løgtingið í farna valskeiðið samtykti, sum snýr seg um grønt innkeyp, segði Ruth Vang við FM1 í kvøld.

– Í útgangsstøpðinum verður tað soleiðis, at tá stovnar undir landinum keypa nýggjan bil, so skal hann í útgangsstøðinum vera ein elbilur, sigur hon.

Í »útgangsstøðinum« merkir, at tað í undantaksførum kann vera neyðugt at keypa ávísar bilar til ávís endamál, sum ikki kunnu vera elbilar.

Rundskrivið fer út nú, og tað verður galdandi frá 1. februar, sigur Ruth Vang