Landið yvirtekur nú Venjingarskúlan

Afturfyri fær Tórshavnar Kommuna handilsskúlan í Marknagili. Nú er spurningurin, hvat hann skal brúkast til?

Nú er sjøtul settur á at gera ein rættiligan lestrarbýling á Debesartrøð og á Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og venjingarskúlin, eru.

 

Í hesum sambandið hava Tórshavnar Býráð og Mentamálaráðið nú gjørt eina avtalu um, at Mentamálaráðið yvirtekur partin hjá kommununi av bygninginum hjá Venjingarskúlanum á Frælsinum. Kommunan eigur 60 prosent av bygninginum, og landið eigur 40 prosent.

 

Og afturfyri yvirtekur Tórshavnar Kommuna bygningin hjá Handilsskúlanum í Marknagili.

Í pengum kostar avtalan hvørgum parti nakað, og hon verður sett í verk, tá ið Handilsskúlin er fluttur í nýggja skúladepilin, Glasir, í Marknagili næsta ár, og tey seinastu børnini í Venjingarskúlanum eru flutt í nýggja stórskúlan á Fløtum í 2019.

 

Og á fundi í Tórshavnar Býráði í gjárkvøldið, samtykti býráðið avtaluna við Mentamálaráðið. Í meirilutanum í Tórshavnar Býráð eru tey væl nøgd við avtaluna, tí tey føra fram, at Handilsskúlin er vælhildin og í góðum standi.

 

Ført varð fram á býráðsfundinum, at avtalan er gjørd um at býta um skúla, tí Mentamálaráðið hevði rætt og slætt ikki ráð til at keypa Venjingarskúlan og at arbeitt hevur verið við hesum í fleiri ár.

 

- Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum, sigur, at hetta er eitt lið í royndunum at gera Havnina til ein lestrarbý, men tann størsta avbjóðingin hevur verið, at vit hava ikki havt nóg gott pláss á Debesartrøð og á Frælsinum til at gera eitt rættiligan lestrarbýling.

 

 

Men hóast býráðið nú skal yvirtaka Handilsskúlan, hava tey kortini ikki rættiliga gjørt sær greitt, hvat skúlin skal brúkast til.

 

Forkvinnan í Mentamálanevndini sigur, at ein møguleiki er at flyta Nám X í Handilsskúlan, soleiðis at teir næmingarnar koma nærri skúladeplinum í Marknagili. Men ein annar møguleiki at at brúka handilsskúlan til kvøldskúla, ella onnur endamál.

- Yvirhøvur er hann sera væl hóskandi til undirvísing og útbúgvingarendamál, so møguleikarnir eru nógvir, leggur hon afturat.

 

Ein møguleiki er eisini at gera hann til ein yrskisskúla fyri styttri, ella miðallangar útbúgvingar, í fíggingarviðurskiftum, marknaðarføring, teldu, ella annað, sum kunnu skipast í samstarvi ímillum land og kommunu, har kommunan kanska kann útvega hølini.

 

Býráðslimirnir fyri Tjóðveldi ivaðust í málinum, tí í fyrstu atløgu saknaðu tey eina yvirskipaða ætlan fyri, hvat skúlin skuldi brúkas til, og í øðrum lagi saknaðu tey eina støðulýsing, sum segði, hvørjum standi, skúlin er í.

Jógvan Arge skilir einki av tosinum um at flyta Nám X í Handilsskúlan, tí hann hevði tað gott í Eysturskúlanum.

 

Hann heldur eini, at tað ber ikki til at fara fram eftir fummum, tí hann heldur eisini, at tað er skeivt at tyrpa fleiri skúlar saman í Marknagili og har um vegir, tí har verður ikki livandi, eitt nú við parkering.

 

Eitt nú heldur hann, at Musikkskúlin fer bara at enda sum eitt viðhang til allar hinar skúlarnar, ístaðin fyri at hann varð bygdur við Norðurlandahúsið, sum upprunaliga ætlað, har hann kundi fingið tað miðsavnandi leiklutin, ætlanin var.