Í hesum døgum bjóða politisku flokkarnir seg fram at seta bleytu virðini í hásæti.
Trúgvið teimum ikki!
Landið hevur ongantíð havt nakra veruliga virðing fyri bleytu virðunum – tað hava bert verið føgur orð – helst upp undir val, og onki, púrt onki, fer at verða betri eftir hetta val.
Løgtingslimir og landsstýri eru alt ov langt burturi frá fólkinum til at duga at gera nakað munagott við bleytu virðini hjá fólkinum.
Kommunurnar, sum sita næstar fólkinum, eru slopnar at sita við uppgávuni at byggja stovnar – skúlar, barnagarðar, røktar- og ellisheim, dagstovnar og mentanarhús. Men at reka og fyrisita, tey bleytu virðini, hevur landið vilja staðið fyri.
Úrslitið er tí, sum tað er vorðið. Við tveimum harrum á røktarøkinum, skúlaøkinum og ansingarøkinum ræður her, eins og í øllum, tann pírnasti, og tað hevur altíð verið landið. Landið og landspolitikkararnir hava jú so nógv um at vera í yvirskipaðum málum og til at tryggja at ongin sleppur at gera meira enn hin. So stundir hava ongantíð verið at taka sær av fólksins áhugamálum, t.e. av rakstrinum.
Tá kommunurnar fingu barnarøktina aftur, sást beinanvegin, hvør sat nærri fólkinum og kundi loysa tørvin. Tað sama fer at henda við eldrarøktini og á skúlaøkinum.
Rætt skal vera rætt
Landið skal halda seg til síni yvirskipaðu mál og skapa karmar. Eitt nú við at byggja tunlar, høvuðsferðsluleiðir og flogvallir. Vit mugu eisini líta teimum til at gera vinnulógirnar, loysa útlendingamálið og royna at fáa okkum so góð og opin viðurskifti við útheimin, sum til ber.
Landið skal byggja okkum undirsjóvartunnil til Sandoyar og sjálvt standa fyri einari møguligari tunnilsgerð inn í Eysturoynna. Tann fyrri tunnilin gevur fólkinum og okkum øllum møguleikan at menna bleyt virði og fáa fleiri í arbeiði; meðan hin seinni ikki hevur sama týdning.
Men royndirnar higartil skuldu eisini sagt okkum, at tað er meira enn ivasamt, um tað er rætt framhaldandi at lata landið hava sjúkrahúsverkið undir hond eins og annan rakstur, fyri als ikki at tala um okkara hægru skúlar.