Landið, sum var!

Tosaðu um vatnorku- ætlanir SEV’s

Poul Hansen
----------






Ósamdir!!
So letur í honum »Hygg at Vest­manna. Vit hava einki mist« (av náttúruni)
Nú velst alt um eygað, ið sær og hesuferð hyggja vit nærri at útbyggingunum oman fyri Vest­manna, landinum áðrenn og aftaná og lesarin kann so sjálvur meta um nakað er mist.
Eisini verður greitt frá, hví hesar útbyggingar hóast alt eru øðrvísi enn útbyggingin í Norðureysturoy og komandi útbyggingar av Víka­vatni, Vágum og Dølum.

Fossá
í Vestmanna rennur í Vatnið »Frammi á Vatni« gjøgnum Fonsdal og er vatn­ríkasta á í Føroyum.
Ovara byrgingin í Fonsdali, sum byrgdi Vatnið og Fossá inni, var byrjað í 1952 og liðug í august 1953.
Síðani varð byrgingin á Lómund­ar­oyri í Fonsdali gjørd.
Í 1958 varð í Dalá vestan fyri veitt yvir í Fonsdal.

Heljareygað
er hin stóra áin í Vestmanna. Renn­ur gjøgnum Mýrarnar og í Heygardal. So vatnrík er áin, at hon einsamøll fyllir vatngoymsluna í Heygardali – byrgingin 23 m høg – uttan, at aðrar áir eru førdar í Heljareygað.
Byrgingarnar á Mýrunum og í Heygadali vórðu lidnar í fyrru helvt av trýssunum.
Í Vestmanna fevndi vatnorku­útbyggingin tí stórt sæð bert um at byrgja upp fyri Fossá í Fonsdali og Heljareygað í Heygardali.

Munurin
á vatnorkuútbyggingini í Vest­manna og Eiði, Víkavatni, Dølum og Vágum er tann, at í Vestmanna er stórt sæð alt vatnið savnað í tveimum áum, sum renna í tveimum dølum – Fonsdali og Heygardali.
Hesir báðir dalar vórðu byrgd­ir og tað var stórt sæð vatnorku­útbyggingin í Vestmanna.
Haraftur ímóti fevnir útbygg­ing­in á Eiði – nevnt Eiði 1 – IV – ikki bert at byrgja upp fyri Eiðisvatni við 2 byrgingum har einasta á av týdningi – Argisáin – rennur í Vatnið, men neyðugt var eisini at taka allar áir á norðurvestursíðuni í Eysturoy, líka frá Øksnaránni norðanfyri Slættaratind til Blás­enda sunnanfyri Veðranes.
Funningsmegin eru allar áir frá Stórá í Funningi til Vesturdalsá Mill­um Fjarða førdar norður í Eiðis­vatn.

Víkavatn
liggur á norðureystursíðuni á Streym­oy. Ongin á av týdningi renn­ur í Víkavatn.
Tí er neyðugt hjá SEV – tá felagið hevur gjørt eina 23 m høga byrging á suðursíðu ni á Víkavatni – at leiða allar áir eystanfyri Saksunardal frá Streymneshálsi og líka norður til Sjeyndir, í Víkavatn til tess at fáa nakað av vatni í byrgingina.

Dalar
Til byrging í Dølum skal alt vatn norðurímóti Saksun, allar áir í Dølum og allar áir Hvalvíksmegin Saksunardal heilt suður í Tofta­dalsáir sunnanfyri Hvalvík um­framt part av avfallsøkinum til Dalá og Argisá, sum renna í Leynavatn, før­ast norð í Dalar.
Eisini skulu áirnar í Djúpadali, Øksnadali og Nálagjógv, sunnanfyri Dalar, førast norð í Dalar.

Vágar
Har vil SEV savna alt vatn norðan fyri Háls í Sandavági og eystanfyri Sørvágs/Leitisvatn og Fjallavatn í eina byrging Uppi í Glyvur.
Hóast øll Norðurstreymoy og eyst­ursíðan av Vágum verða turr­lagdar, er tað framvegis alt ov lítið vatn til eina lønandi el-fram­leiðslu.
Vatnorkuætlanir SEV’s eru tí á ongan hátt fíggjarliga forsvarligar.
Tað fara vit at hyggja nærri eftir næstu ferð.

-------

»Selja vit tykkum land okkara,
mugu tit elska tað, sum vit hava elskað tað
Røkið tað, sum vit hava røkt tað.
Goymið minnið um landið, sum tað var, tá tit tóku við tí
og varveitið børnum tykkara tað av øllum alvi, allari sál og heilum hjarta«

Seattle 1854