Hjá 537 fólkum verða mótrokningar gjørdar í rentustuðlinum fyri desember 2010. Orsøkin til mótrokningarnar er ein lógarbroyting framd í 2009, sum merkir at hesi fólk fingu ov nógvan rentustuðul í 2009.
Beint fyri jól 2009 samtykti løgtingið nakrar broytingar í lógini um rentustuðul. Ein av broytingunum var tann, at provisión ikki longur skuldi geva rætt til rentustuðul, og sostatt ikki longur skuldi roknast upp í upphæddina, sum rentustuðul verður latin av.
Hendan broytingin, sum fekk virknað frá 30. september 2009, hevur við sær, at øll tey, ið hava umlagt lán ella tikið upp nýggj lán í tíðarskeiðinum 30. september til 31. desember 2009 og rindað provisión, hava fingið ov nógvan rentustuðul.
TAKS hevur fingið nýggjar upplýsingar frá peningastovnunum um rentu fyri hetta tíðarskeiðið. Sambært hesum upplýsingum er talan um 537 persónar, ið hava fingið ov nógvan rentustuðul í tíðarskeiðinum frá 30. september 2009 til 31. desember 2009. Upphæddirnar eru ymiskar, frá sera smáum upphæddum til yvir 20.000 kr. hjá onkrum.
Nú rentustuðulin fyri desember verður roknaður, verður samstundis gjørd ein mótrokning fyri tey, sum hava fingið ov nógvan stuðul í 2009. Um upphæddirnar eru soleiðis, at ikki er rúm fyri at gera alla mótrokningina í rentustuðlinum fyri desember, verður restin mótroknað í næstu stuðlunum.
Tey 537 fólkini, sum fingu ov nógvan rentustuðul í 2009, hava um ársskiftið fingið bræv frá TAKS við fráboðan um mótrokningarnar, sum verða gjørdar í teirra rentustuðli.