Í 1949 keypti Christian Dahl-Restorff ognina, sum í dag verður rópt Gamla Apotek á Áarvegnum í Havn. Men Christian Dahl-Restorff slapp ikki at eiga ognina longur enn í nakrar dagar, tí Føroya Landsstýri ognartók ognina.
Søgan er tann, at Restorff-ættin í 1934 seldi burtur av ognunum við Áarvegin í Havn. Ovasti parturin av ognini var urtagarður, sum lá niðan móti Vaglinum.
Christian Dahl-Restorff hevði ætlanir at fara undir handilsvirksemi, handilin Tubbak, sum eldri havnarfólk minnast, men honum tørvaði pengar.
Mamma Christians, Johanna, gjørdi tá av at selja urtagarðsøkið til Juhl, apotekara, sum bygdi apotek og medisinfabrikk á økinum.
Fyri at tryggja sær møguleikan einaferð seinni at kunna fáa ognina aftur í ættina, treytaðu Christian og mamman sær forkeypsrætt, sum varð tinglisin. Sølan varð bundin við tinglisnum servituttum, sum m.a. bara loyvdu apote- og medisinframleiðslu.
Í 1949 gevst Juhl apotekari við virksemi sínum og vildi selja apoteksognina. Tá gjørdi Christian Dahl-Restorff forkeypsrættin galdandi og keypti ognina.
Men landsstýrið ognartók tá ognina frá Christiani Dahl-Restorff ? ella sum tey ofta hava sagt, landið stjól ognina frá REstorffs-ættini.
Nú um dagarnar var borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, í útvarpinum, har hann tosaði um, at eitthvørt virksemi átti at verði í Gamla Apoteki, nú løgtingið ikki fer at hava tørv á húsinum longur.
Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, hevur í hesum sambandi sent út kunningarskriv um søguna hjá gomlu Restorff-ognin, og dylur hann ikki fyri, at tey fegin vilja keypa ognina aftur.
? Vit hava síðani 1949 javnt og samt roynt at fáa gomlu ? tiknu ? ognirnar hjá okkum aftur. Umsóknir og tilfar í hesi søk hava Føroya Landsstýri og Føroya Løgting liggjandi, og málið er teimum ikki ókunnugt, sigur Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, sum er sonur Christian Dahl-Restorff, sála.
? Seinasta áheita okkara til Føroya Løgting um Gamla Apotek var gjøgnum advokat okkara, Halgir Winther Poulsen. Hann vísir á og ger Føroya Løgtingi kunnugt, at Restorff á Hotel Hafnia, framhaldandi hava áhuga í at fáa tiknu apoteksognina við Vaglið aftur, sigur hann.
Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur tó givið Johan Restorff eian ábending um, at samráðingar kunnu takast upp, tá málið við umbygging av løgtingshúsi og gomlu telefonstøðini eru komin longur áleiðis.
? Vit á Hotel Hafnia bíða bara eftir fundarboðum, sigur Johan Restorff.










