Ingolf S. Olsen
Jørgen Niclasen, Fíggjarmálaráðharri, fegnaðist í seinastu viku um, at tað var eydnast at fáa eina breiða semju millum allar flokkarnar á tingi um bæði Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin. Í semjuni verða teir sjóvaðir saman í eina verkætlan.
Men harvið eru langt frá allar súður syftar hjá landsstýrismanninum, tí næsti stóri knúturin, sum eisini lætt kann gerast ein politiskur knútur, er fíggingin.
Sambært semjuni skal landið seta 400 milliónir krónur í partapeningi í al-menna partafelagið, sum skal gera tunlarnar. Pen-ingurin er longu yvir eitt 10 ára skeið settur av á langtíðar íløgukarminum hjá Løgtinginum.
Betri lánstrygd
Men á framløgufundinum í Miðlahúsinum mikudagin ásannaðu umboðini fyri allar flokkarnar, at partapeningurin einsamallur er ov lítil, um ikki lánskostnaðurin skal gerast alt ov dýrur.
Jørgen Niclasen hevur somu áskoðan.
- Almenna tunnilsfelagið skal lána góðar 1,5 milliardir krónur, um kostnaðarmetingarnar halda. Tað er ongin trupul-leiki at fáa fígging til Skálafjarðartunnilin, tí hann fer at bera seg væl við egnum rakstri, men verri er við Sandoyartunlinum. Tí mugu vit í lógini geva landsstýrismanninum heimild til annaðhvørt at hækka partapeningin ella veita trygd fyri minstu ferðslu í Sandoyartunlinum fyri yvirhøvur at fáa lán. Og tað er sannlíkt, at brúk beinanvegin verður fyri hesi heimildini fyri at halda prísinum á lánsfíggingini niðri. Men nú mugu vit tó fyrst finna út av, hvat lánsveitararnir kunnu bjóða, sigur hann.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, bankamaður og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, hevur verið alment frammi og spátt ein rentukostnað á 8-12 prosent, um roknað verður við einum eginpeningi á 400 milliónir krónur, sum verður inngoldin stigvíst í 10 ár. Tað er ein renta, ið líkist henni, sum útskeldaða CIP ætlaði sær í sín part fyri at fíggja, byggja og reka Skálafjarðartunnilin í 50 ár.
Sama úrslit
Tað er ov dýrt, halda øll. Eisini Jørgen Niclasen, sum hellir meira til veðhald – tað er at veita trygd fyri minstu ferðslu í Sandoyartunlinum – heldur enn beinanvegin at hækka partapeningin fyri at fáa lánskostnaðin niður.
- Í prinsippinum er tað líkamikið, tí endarokningin hjá landinum verður tann sama. Verður partapeningurin hækkaður, verður lánsfíggingin tað minni. Verður veðhald brúkt, skal allur kostnaðurin út um partapeningin lánast. Men fyrimunurin við einum veðhaldi er jú, at um alt gongur sum ætlað og væntað, so skal landið ongantið av við teir pengarnar, sum veðhildið er fyri, sigur hann.
Á framløgufundinum í Miðlahúsinum vóru tó røddir frammi, ið ávaraðu móti veðhaldi, tí tað kann fáa tey, ið fremja stóru byggiverkætlanina í verki at leggja minni í, um kostnaðarætlanin verður hildin – veðhaldið tryggjar jú, at rokningin verður goldin kortini.
Landið kann selja
Tað verður Løgtingið, ið skal gera av, um og hvussu heimildin hjá fíggjarmálaráðharranum skal brúkast. Ger tingið av, at partapeningurin skal hækkast, hevur fíggjarmálaráðharrin eisini tvær uppskriftir fyri hesum.
- Annaðhvørt halda vit bara áfram at játta peningin á fíggjarlógini, ella vit realisera virði, sum landið eigur, sigur Jørgen Niclasen.
Hvørji virði hann her hugsar um, vil hann ikki nærri inn á.
Men tá tað helst snýr seg um nógvar pengar eru ikki so øgilgia nógvar almennar ognir, ið eru skjótar at umseta til reiðan pening, í at velja. Ein teirra er BankNordik, har tey 33 prosentini, sum landið enn umvegis Fíggingargrunnin eigur, hava eitt rættilgia stórt virði – umleið 400 milliónir krónur sambært kursinum fríggjadagin – meðan meira ivasamt man vera, hvat landið kann fáa fyri tey 66 prosentini, tað eigur í Atlantsflog.









