Nú verður alt landið kanska lagt saman í sjey ella átta tilbúgvingarøki. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú hann leggur eina frágreiðing um tilbúgving í Føroyum.
Hann staðfestur, at tað er sera ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar eru fyri, bæði við sløkkiliðs- og bjargingarfólki, og í sambandi við, hvat tær hava av útgerð. Tí ætlar hann nú, er krøv skulu setast í hesum sambandi og eitt av krøvunum verður, at kommunan skal hava ein átaksleiðara tøkan, ið er góðkendur eftir norðurlendskum mátum.
Men hann heldur, at ein gongd leið kann eisini vera at leggja kommunalu tilbúgvingarnar saman, eins og tað er gjørt á eldraøkinum. Sostatt kann úrslitið vera, at Føroyar verða býttar upp í sjey ella átta tilbúgvingarøki við eini felagstilbúgving.
– Eg dugi ikki at síggja, at hetta fer at hava við sær eyka útreiðslur til kommunurnar, tvørturímóti fer hetta at viðføra betri gagnnýtslu av teimum førleikum, og teirri útgerð, sum er til taks, sigur landsstýrismaðurin.