Landið kann yvirtaka SEV fyri 2-3 milliardir

SEV Skal landið yvirtaka SEV, skal tað vera fyri fullan marknaðarprís og ikki eina krónu minni, sigur størsti eigarin í elfelagnum

Tað fer at kosta landinum onkustaðni ímillum tvær og tríggjar milliardir at yvirtaka SEV.
Tað varð staðfest á aðalfundinum í SEV fríggjdagin.
Tað er størsti eigarin í SEV, Tórshavnar Kommuna, sum setir fram kravið um, at skal landið yvirtaka elfelagið, skal tað vera fyri fullan prís og einki minni enn tað.
- Skal landið yvirtaka SEV skal tað vera fyri marknaðarprís og ikki eina krónu minni, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Tórshavnar Kommuna eigur 20 av teimum tilsamans 65 atkvøðunum á
aðalfundinum í SEV, ella næstan ein triðing.
Og marknaðarvirðið í SEV er onkustaðni ímillum tvær og tríggjar milliardir, varð upplýst fyri okkum á aðalfundinu.
Á aðalfundinum í SEV í gjár staðfesti Heðin Mortensen, at røddir vóru áhaldandi frammi í landsstýrinum um, at landið skal yvirtaka SEV.
Hann skilti ikki trongdina hjá einum borgarligum landsstýri at yvirtaka næstan alt virksemi í landinum, sum hann málbar seg.
- Tað sær ikki út til at vera nóg mikið, at landið eigur telefonfeløg, bankar og flogfeløg, tí nú er eisini ætlanin at ognartaka SEV, legði hann afturat.

Greið boð
Borgarstjórin í Havn heldur, at kommunurnar, sum eiga SEV, skulu geva landsstýrinum ein púra greiðan boðskap og tað er, at vil landið yvirtaka SEV, ber tað til..
- Men so skal landið yvirtaka SEV fyri marknaðarvirði, hvørki meiri ella minni.
Heðin Mortensen heldur eisini, at skulu samráðingar vera við landsstýrið um yvirtøku, skal tað ikki bara vera nevndin og leiðslan í SEV, sum samráðast.
- So skal ein serlig samráðingarnevnd skipast til endamálið, har eisini umboð fyri kommunurnar verða beinleiðis limir.

Púra passiv
Landið hevur sett sær sum mál, at longu í 2020 skulu minst 80% av okkara.
Ístaðin fyri at tosa um at yvirtaka SEV, heldur borgarstjórin í Havn, at landsstýrið átti at lagt dent á at stuðla uppundir, at málið sum tað so lættliga hevur samtykt um varandi orkukeldur, kann gerast veruleiki og at neyðugu íløgurnar kunnu gerast, uttan at borgarin og vinnulív skulu bløða fyri allan kostnaðin.
- Higartil hevur landsstýrið verið púra passivt í royndunum at halda krøvini um varandi orkukeldur og Co2 útlát, sum tað so lættliga hevur samtykt, legði borgarstjórin í Havn afturat.

Fær møguleikan
Á aðalfundinum í fjør var Heðin Mortensen hart ímóti at prísurin hækkaði 25 oyru fyri kWt, sum SEV ætlaði. Sjálvur skeyt hann upp at prísurin hækkaði 10 oyru og tað varð samtykt.
Síðani er SEV næstan komið á slætt og broytast fortreytirnar ikki verður talan um eitt lítið avlop upp á 100.000 krónur næsta ár og í 2014 verður avlopið góðar 28 milliónir.
- Hetta vísir, at príshækkingin á 10 oyru í fjør var ríkilig, sigur hann.
Hann setti seg ikki ímóti ætlaðu príshækkingini næsta ár.
Men hann vil hava leiðsluna í SEV at gera ena gjaldførisætlan, so at eigararnir kunnu fylgja við gjaldførinum og tað fer leiðslan at ganga á møti. Hann vil eisini hava SEV at seta serfrøðingr at meta um avskrivingarmátan hjá SEV at vita um avskrivingarnar ikki kunnu toyggjast yvir eitt longri áramál, tí tað fer stóra ávirkan á fíggjarliga úrslitið.
Spurningurin um avskrivingarnar hjá SEV hevur verið afturvendandi í fleiri ár, men nú mælti borgarstjórin í Havn til enda hetta kjakið við at seta serfrøðingar at meta um støðuna.
LES EISINI GREININA: VIT MUGU STÝRA OKKUM EITT LÍTIÐ SINDUR