Landið hevur altíð verið uppi í Smyril Line

-Landsstýrið hevur verið partaeigari í Smyril Line frá fyrsta degi av, og tað er rætt av tí almenna at seta pengar í aftur nú, sigur Óli Hammer, fyrrverandi stjóri -Tá siglingin byrjaði í 1975, var hon almenn, og landsstýrið var við 20 prosentum partaeigari frá fyrsta degi í Smyril Line, tá tað var stovnað í 1983. At landsstýrið nú kemur inn við 25 prosentum, er gott, tí frá byrjan vildu vit hava teir inn við 40 prosentum, sigur Óli Hammer, stovnari og fyrrverandi stjóri í Smyril Line, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Hóast hetta ikki er fyrstu ferð, at Smyril Line kemur til tað almenna eftir pengum, heldur Óli Hammer, at landsstýrið ger tað rætta:

-Í 1984 fingu vit eitt veðhald upp á 10 milliónir krónur, men tað innfríðaðu vit í 1989, so landið fekk alt sítt aftur, sigur Óli Hammer, sum heldur tað vera bíligt, at fólk nú siga, at nýggja Norrøna er ov stór.

-Tað er lætt at siga aftaná, men vit dugdu at síggja, at skuldu vit hava inntøku alt árið, máttu vit satsa upp á farmaflutning, og tí bygdu vit eitt lastarskip við einum hotelli omaná, sigur Óli Hammer við Kringvarpið.

Hann heldur tað vera rætt av leiðsluni í Smyril Line at sleppa teimum rutum, sum geva hall.