Landið flýtur í vápnum

Skottilburðurin á skúlanum í Tusby í gjár hevur skelkað finska fólkið, men hann vísir, hvat kann henda í einum landi, sum flýtur í vápnum

 

 

Sum flest allir finnlendingar hevði tann 18 ára gamli Pekka-Eric Auvinen lætt við at fáa fatur á einum skotvápni, tí ongastaðni í Evropa hava fólk so nógv vápn um hendi sum í júst Finnlandi. Sammett við fólkatalið eru tað bara tvey lond í heiminum, sum hava fleiri skotvápn enn Finnland.

 

Sambært altjóða frágreiðingini Small Arms Survay, sum kom fyrr í ár, eru 90 vápn fyri hvørjar 100 íbúgvar í USA, og av teimum 875 milliónum skrásettum hondvápnum í heiminum eru 275 milliónir í USA.

 

Næst í røðini er arabiska landið Yemen. Har eru 61 hondvápn fyri hvørji 100 fólk, og á triðja plássi er Finnland, sum hevur 56 skotvápn fyri hvørji 100 fólk.

 

Finskir fjølmiðlar gera vart við, at hóast tað ovurstóra vápnatalið var tilburðurin í gjár tann fyrsti av sínum slagi, og landið hevur heldur ikki verið plágað av harðskapi í skúlunum. Síðani 1999 hava fýra harðskapstilburðir verið í skúlaverkinum, men eingin teirra kostaði mannalív. Tey hagtølini halda ikki aftan á tað, sum nú er hent.

 

 

Friðarligt pláss

 

Tað, sum hendi í Tusby í gjár, hevur skelkað tað finska fólkið.

 

-Hetta er ein ófatiligur sorgarleikur, sum skakar fólk okkara, segði Matti Vanhanen, forsætisráðharri, í gjár.

 

-Hetta er eitt friðarligt pláss. Einki tílíkt er hent her fyrr, og vit høvdu ikki væntað, at tað fór at henda, sigur borgarstjórin í Tusby, Hannu Joensivu, við Reuters.

 

Tann seinasti ógvusligi tilburðurin í Finnlandi var fyri fimm árum síðani, tá ein ungur maður drap seks fólk og seg sjálvan í einari bumbuatsókn í einum stórhandli í Helsinki.