Landið fær 40 mió kr frá Føroya Tele

Aðalfundur hevur verið í Føroya Tele samtakinum, har ársroknskapurin fyri 2005 varð lagdur fram og góðkendur. Landið fær 30 mió kr í vinningsbýti og 9,6 mió kr í skatti

Samlaðu inntøkurnar hjá samtakinum vóru 307,2 mió. kr. í 2005, meðan úrslitið gjørdist 50,1 mió. kr. eftir, at 9,6 mió. kr eru settar av til skatt.
Á aðalfundinum varð avgjørt, at 30 mió. kr. verða goldnar partaeigaranum, t. e. Føroya Landsstýri, sum vinningsbýti. Eginpeningurin í felagnum var 331 mió. kr. við árslok 2005.
Á aðalfundinum fór Tage M. Iversen úr nevndini og inn kom Rikke Berg Larsen. Rikke Berg Larsen er verkfrøðingur og starvast dagliga á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Í nevndini eru:
Hákun Steingrímsson, formaður
Reidar Nónfjall, næstformaður
Rikke Berg Larsen
Ulla Steenberg, starvsfólkavalt umboð
Janus Djurhuus, starvsfólkavalt umboð