Landgrunnur boðin út til oljuleiting

Sosialurin kann í dag sum fyrsti fjølmiðil nakrastaðni almannakunngera, hvørjir partar av føroyska landgrunninum oljumyndugleikar okkara skjóta upp verða bodnir út til oljuleiting fyrst í komandi ári.

Í gjár fingu allir tingmenn tilfarið til 1. útbjóðingina, og mánadagin klokkan 13.30 verður kunnandi fundur á Hotel Hafnia fyri tingmonnum, har alt tilfarið verður gjøgnumgingið. Lógaruppskotið er farið til løgtingsskrivstovuna og verður helst lagt fyri tingið týsdagin ella mikudagin og verður 1. viðgerð helst ikki fyrr enn í aðru viku aftur tvs. umleið 6. ella 7. desember.

Kortini, sum eru í blaðnum í dag, vísa, at føroyingar ætla at bjóða út umleið 70 teigar. Hesir liggja allir savnaðir í einum avmarkaðum øki, ið serstakliga liggur rundan um verandi oljufelt á bretskum øki, nakað inn á landgrunnin og so eitt sindur norður eftir.

Økið, sum ætlandi verður boðið út, er uppá 14.000 ferkilometrar. Sosialurin skilur, at útlendsk oljufeløg eru væl nøgd við úrvalið av teigum. Tey fingu eina hóming av hesum teigunum á oljuráðstevnuni í Aberdeen í vikuni. Mett verður, at øll tey bestu og mest áhugaverdu økini eru við í útbjóðingini.

Føroyskir oljumyndugleikar leggja stóran dent á, at so nógv feløg sum tilber vera við í 1. útbjóðing. Tí hevur tað eisini verið lagdur dent á at fáa tey mest áhugaverdu økini við í útbjóðingina.