Tað hevði borið til at búð og lívbjargað sær við lndbúnaði í Mykinesi. Men tað krevur, at tey, sum búgva fast í oynni, eisini fáa treytaleysan brúksrætt til jørðina, sigur Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi.
Hann er sannførdur um, at landbúnaður eigur at bera til í Mykinesi. Kjøtframleiðsla er ein møguleiki. Fóðurframleiðsla er ein annar, og grønmeti er ein triðji. Men um tú ikki eigur nóg mikið av lendi til alt hetta, ber tað ikki til. Og sum er, er ov nógv uttanbíggjajørð í oynni, sigur hann.
Esbern í Eyðansstovu vísir tó á, at ein stórur trupulleiki við at búgva á útoyggj er samferðslan. Tyrluflutningur tvær ferðir um vikuna er góður, men ikki nokk. Sum dømi nevnir hann, at tá hann skuldi á útoyggjafund í Havn fríggjadagin, mátti hann av oynni mikudag og sleppur ikki heimaftur fyrr enn sunnudag.
Ein annar trupulleiki er at flyta tyngri farm. Tað gongur ikki við tyrluni. Fyri tann skuld heldur ikki altíð við Súluni.
Hann royndi at hava dunnufarm í Mykinesi, men mátti gevast, millum annað tí, at fóðuri gjørdist ov dýrt. Tað bar ikki til at fáa tað út í stórum sekkjum, men mátti flytast í smáum, tí Súlan orkaði ikki at lyfta stóru fóðursekkirnar, og tyrlan kláraði tað heldur ikki.
?Men gras er nógv, og tað kundu vit sligið og selt til eitt nú rossamenn, sum innflyta nógv stráfóður. Men so mugu vit fáa rættin til at brúka jørðina, sum er her úti. Vit kundu eisini velt nógv grønmeti. Eplir, røtur og hvat nú kann vaksa í Føroyum. Men aftur her er tað brúksrætturin, sum má fáast upp á pláss, sigur hann.