Landbúnaðarskeiðið í Klaksvík er sprottið úr hugskoti hjá Andrasi Joensen, nevndarlimi í Bóndafelag Føroya, sum visti um eitt slíkt skeið á Búnaðardeplinum í Kollafirði.
Hetta segði Eigil Hentze, kvøldskúlaleiðari, í røðu síni, tá 16 næmingar fingu handað námsprógv í býráðshøllini seinasta mikudag.
- Hugskotið varð lagt fyri Jóruna Høgnesen, formann í mentanarnevd býráðsins og Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum. Tá tær báðar sýndu málinum vælvild, lá væl fyri at fara víðari. Vit vilja fegin takka teimum øllum trimum fyri, at skeiðið gjørdist veruleiki, segði hann.
Skeiðið er skipað í lærugreinirnar, búskap, húsdjór, plantur, tøkni, lívfrøði og náttúru. Umframt hesar lærugreinar, skuldu næmingarnir eisini gera eina verkætlan. Tímatalið er 200 tímar; tá er próvtøkutíðin ikki íroknað.
Óvæntaður heiður
Sum vanligt, fingu tríggir av næmingunum heiðursgávu fyri bestu avrik. Emma Sigvaldsdóttir Jacobsen úr Hattarvík varð best. Hon fekk eitt gávukort uppá 1500 krónur frá Meginfelag Búnaðarmanna. Næst henni varð Hans Elias Højgaard av Húsum. Hann fekk eina vekt frá heilsøluni, Triv. Og nummar trý gjørdist Bjarni Ziska Dahl, sum fekk eitt koppastell frá Kjølbro heilsølu.
Sum nakað nýtt, høvdu næmingarnir gjørt av at heiðra tann næmingin, sum hevði bestu samarbeiðsevni. Henda heiður fekk Jóhanna Maria Hansen úr Hattarvík, sum gjørdist ógvuliga ovfarin og glað.
Hon fekk henda heiður fyri at vera savnandi, stillfør, arbeiðsom og mennandi.
Jóhanna Maria fekk eitt vakurt pennasett frá Norðoya Sparikassa, sum Eyðfinn Reyðberg, stjóri, handaði henni.
Hann segði, at hetta var nakað, sum Norðoya Sparikassi í framtíðini fór at heiðra næmigar fyri, tí samstarvsevni hava størstan týdning, tá til stykkis kemur.
Fullteknað skeið
Tá fyrireikingarnar til skeiðið byrjaðu, varð sagt, at fingu tey 8 næmingar á listan, skuldi tað latið seg gjørt. Men tað stóð ikki á at fáa fólk, og tá avtornaði, var skeiðið fullteknað við 16 næmingum og nøkrum á bíðilista.
Líkt er til, at eitt slíkt skeið verður aftur komandi vetur, sigur Eigil Hentze.
Verkfallið gjørdi, at prógvhandanin mátti fara fram í býráðshøllini, men løtan gjørdist ikki minni hugnalig av teirri orsøk.