Leivur Hansen,
borgarstjóri
Sjúrður Poulsen sóknast í fyrispurningi til mín í bløðunum eftir, nær farið verður undir at breiðka ?tann stubban av vegi, ið eftir er frá brúnni um Rættará eystanfyri Vesturkirkjuna og niðan í Frælsa vegin?.
Svarið er, at sambært raðfestingunum hjá teknisku fyrisiting kommununnar er ætlanin - um tekniska nevnd og býráðið annars sum heild tekur undir við tí - at fremja arbeiðið næsta ár.