Øll tey 176 ferðafólkini, manningin á flogfarinum og 16 fólk, sum vóru á flogvøllinum, doyðu, tá Airbus 320-flogfarið hjá flogfelagnum TAM fór á glið, júst sum tað skuldi seta seg á Congonhas-flogvøllinum uttan fyri brasilska stórbýin Sao Paulo í gjárkvøldið.
Eftir at flogfarið var farið á glið á teirri vátu lendingarbreytini, rendi tað á eina bensinstøð og síðani á ein bygning hjá TAM tætt við lendingarbreytina. Tey 16 fólkini, sum doyðu á flogvøllinum, vóru í hesum bygninginum, og 12 onnur fingu skaða.
Bjargingarlið og sløkkilið vóru skjót á staðið, men har var lítið og einki at gera. Guvernørurin í Sao Paulo, José Serra, greiddi á tíðindafundi frá, at tað vóru umleið 1.000 hitastig á staðnum, har tað brennandi flogfarið stóð, og at bjargingarliðini fingu tí einki gjørt.
Brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva, kunngjørdi í morgun landasorg í tríggjar dagar, og hann hevur samstundis avlýst allar ferðir og allar fundir hesar dagarnar.
Ikki óvæntað
Congonhas-flogvøllurin er tætt við stórbýin Sao Paulo ella næstan í sjálvum býnum, og serfrøðingar hava fleiri ferðir ávarað um, at ein flogvanlukka har kann fáa sera álvarssamar avleiðingar.
Harafturat hava fleiri flogskiparar sagt, at lendingarbreytin á Congonhas-flogvøllinum er ov stutt til størri flogfør, skrivar Reuters. Í februar gjørdi ein lokalur dómstólur av, at flogfør av sløgunum Fokker-100, Boeing 737-800 og Boeing 737-700 skuldu ikki hava loyvi at lenda á vøllinum í Sao Paulo, tí hann er ikki nóg tryggur, men ein hægri rættur ógildaði seinni avgerðina.
Brasilskir fjølmiðlar skrivaðu í dag, at tvey flogfør gliðu av lendingarbreytini á Congonhas-flogvøllinum gjáranáttina, men at eingin fekk skaða. Í morgun kunngjørdu myndugleikarnir, at Congonhas-flogvøllurin er stongdur fyribils.
Tann ringasta
Flogvanlukkan í nátt er tann ringasta í Brasil nakrantíð, men tað eru bara tíggju mánaðir síðani ta næstringastu. Tað var tann 29. september í fjør, tá eitt Boeing 727-ferðamannaflogfar og eitt lítið privatflogfar stoyttu saman í luftini. Vanlukkan kravdi 154 mannalív.
Annars hevur tað verið langt ímillum tær ringu flogvanlukkurnar í Brasil, og vit skulu 25 ár aftur í tíðina fyri at finna ta triðringastu. Hon var tann 8. juni í 1982, tá eitt Boeing 727-flogfar rendi á eitt fjall í mjørka og regni. 137 fólk lótu lív.