Landarar úr at gera í Sørvági

Hesa vikuna hava tey havt úr at gera á landingarmiðstøðini í Sørvági. Fleiri skip hava landað, og í morgin verður tørnað til aftur, tá tvey línuskip leggja veiðina upp

Fiskivinna

Mánadagin landaðu sørvingar partrolararnar, Vesturskin og Vesturvarða, sum høvdu 290.000 pund av upsa. Hetta er ein av bestu túrum hjá skipunum í eitt hálvt ár ella so.
Línuskipið Eystnes landaði eisini í Sørvági mánadagin. Teir høvdu 26.000 pund, sum teir fingu á trimum setum. Eystnes breyt túrin av fyri at fáa hampiligan prís, og sum skilst, vóru teir nøgdir við søluna.
Í morgin landa línuskipini Venus og Vesturhavið í Sørvági, og teir hava umleið 70.000 pund hvør.
Venus byrjaði fiskiskap 14. november og Vesturhavið 17. november, so skipini hava havt millum sjey og tíggju setur í part.
Væl av útróðrarfiski kemur eisini upp á land í Sørvági, og hesa vikuna hava størru útróðrarbátarnir, Líðhamar, Kallanes og Líraberg ligið um 8.000 pund á setuna. Teir seta einar 60 stampar hvørja ferð.
Í Sørvági hevur soleiðis verið nógv landing hesa vikuna, siga tey á landingarmiðstøðini har vesturi.