Landar í Leirvík

Trolbáturin Sigrun, sum Tjaldrið tók mánadagin fyri at trola á stongdari leið, hevur í dag landað í Leirvík

Ólógligur fiskiskapur

 

Tá ið trolbáturin Sigrun úr Saltangará varð tikin mánadagin, kravdu ákæruvaldið eina millión krónur í trygd, fyri at báturin kundi loysa aftur.

Reiðaríið hevði í dag enn ikki veitt hesa trygd, og tað er einki óvanligt í tí, at hetta kann taka nakrar dagar.

Men kortini fekk Sigrun loyvi at loysa og sigla til Leirvíkar fyri at landa fiskin. Ákræuvaldið hevði fingið at vita, at júst í dag var besti dagur at landa, og í Leirvík.

Har verður Sigrun so liggjandi, til trygdin er veitt.

Tjaldrið tók Sigrun mánadagin fyri at trola innan fyri 12 fjórðingar, har stongt er fyri troling alt árið. Ákæruvaldið hevur illgruna um, at báturin eisini hevur trolað á øðrum stongdum leiðum.