Klaksvík:
Konsertin er bara eitt av mongum tiltøkum, sum KÍ skipar fyri í sambandi við 99 ára dagin. Hvør minnist ikki løg sum Føroyar hjá Frændum, Til allar vinir hjá Blátt, Komið øll við hjá Straight Ahead, Torvatrøllið hjá Joka og so framvegis. Hesi og mong onnur verða at hoyra í KÍ høllini leygarkvøldið, so talan er um eina sera fjølbroytta konsert við lættum og melodiøsum løgum, sum klaksvíkingar gjøgnum seinastu tríati árini hava givið út. Og tað skuldi borgað fyri góðsku, tí hetta eru løg, sum fólk forelskaðu seg í fyri fimm, tíggju, tjúgu árum síðani ella longur aftur enn tað. Og tískil er hetta somuleiðis ein konsert fyri allar aldursbólkar.
Við á konsertini verða fleiri kendir sangarar úr Klaksvík, sum fara at syngja sokallaðar landaplágur, sum herjaðu kring landið í seyti, áttati og nítiárunum. Tað verða einir tríggir til fimm sangir í part til hvønn sangaran, so talan verður um einar 25 landaplágur í umleið tveir tímar komandi leygarkvøld.
Seinastu mongu árini er ein ørgrynna av landaplágum komnar úr Klaksvík frá bólkum sum til dømis Straight Ahead, Frændum, Hjarnar, Dynamitt, I am og Aria.
Tað verða tó ikki hesir bólkarnir, sum koma at luttaka á konsertini. Ein og sami bólkur, mannaður við Magna Husgaard á keyboard, Erik Biskopstø á bass, Høgna Klakkstein á trummum og Hjalta Joensen á guitar, spælir allatíðina undir, meðan sangararnir verða sjey í tali. Teir eru: Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen, Birgir Sigurðsson, Arnfríð Lützen, Jógvan Hansen, Jákup Marner Antoniusson og Hans Jacob Nystrøm.
Gunnar Nolsøe verður vertur á konsertini, sum byrjar klokkan 21 og varir í umleið tveir tímar.
Familjukonsert
Fyrireikararnir leggja stóran dent á, at hetta er ein familjukonsert, sum fer fram í hugnaligum umhvørvi.
? Tankin er, at øll skulu kunna koma, og tað skal verða ein hugnalig konsert, har øll hugna sær, siga fyrireikararnir. Og tískil liggur hon so mikið tíðliga á kvøldinum.
Tey siga seg ikki vita, hvat tey skulu vænta, men tað ber illa til at ímynda sær annað enn eina góða undirtøku. Tað er leygarkvøld, og hetta er ein konsert, sum bjóðar góðan og lættan tónleik.
Klaksvíkingar hava altíð verið kendir fyri at koma við fangandi popptónleiki, og tað er onki minni enn tað besta av tí besta, sum verður at hoyra í KÍ høllini leygarkvøldið.
? Vit hava simpulten tikið tað besta úr Klaksvík og koyra tað á pall í Klaksvík, siga fyrireikararnir, sum eru sera spentir upp á hesa konsertina.
Víst verður tó á, at tað eru nærum 15 ár, síðani at tað seinast var ein líknandi konsert í Klaksvík. Tað var aftur í 70´ini í 1989.
Hetta talið talar annars fyri seg. 15 ár síðani seinast, so tað er upp á tíðina, at okkurt tílíkt tiltak aftur er í Klaksvík, sum er við at verða rættuliga afturúrsiglt, tá tað kemur til konsertir og onnur tónlistarlig tiltøk.
Konsertin byrjar sum sagt kl. 21. Kostnaðurin er 120 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn 14 ár og yngri. Atgongumerkini verða seld við dyrnar.