Havsbrún í Fuglafirði fær framvegis nógvan svartkjaft frá uppsjóvarskipum, sum landa til virkið, og tað eru ikki bara føroysk skip, sum eru á Fuglafirði.
Í gjár landaði Arctic Voyager umleið 1700 tons, og í dag landar grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq umleið 900 tons.
Fyrr í hesi vikuni landaðu eitt nú Høgaberg (mynd) umleið 2000 tons, Nýborg 380 tons, og íslendska uppsjóvarskipið Jon Kjartansson landaði umleið 700 tons.