Eftir at hava verið á gulllaksaveiði og makrelveiði eru nú flestu partrolarar aftur farnir at fiska upsa. Sagt verður frá misjøvnum, men heldur smáligum upsafiskiskapi.
Flestu av teimum størru ísfiskatrolarunum - lemmatrolararnir - eru eisini farnir aftur at fiska upsa, svartkalva, kongafisk og blálongu.
Tveir av trolarunum, sum fiska upsa, koma væntandi inn at landa í dag - og teir tríggir, sum í løtuni royna á djúpum vatni, koma helst inn at landa síðst í vikuni.
Tveir aðrir ísfiskatrolarar, sum í løtuni eru til fiskiskap, fiska svartkalva og frysta veiðina umborð.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein trolbátur, sum í løtuni er til fiskiskap, helst kemur inn at landa síðst í hesi vikuni og eitt garnaskip, sum roynir eftir svartkalva, hevur brúkiligan fiskiskap og kemur helst inn at landa í dag.