Gøtuskipini Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter partrola eftir sild við Jan Mayen Fríggjadagin var Finnur Fríði í Liavåg og Selje í Noregi, har teir landaðu umleið 750 tons av sild til matna.
Sildin var 365 gram í meðal, og Finnur Fríði fekk 3,50 norskar krónur fyri kilo, skrivar heimasíðan hjá reiðarínum.
Hendan túrin partrolaði Finnur Fríði saman við Tróndi í Gøtu. Teir fingu sildina góðar 30 fjórðingar úr Jan Mayen.