Atlantsfarið og Chritsian í Grótinum hava landað sild til Havsbrún Atlantsfarið var í gjár á Fuglafirði og landaði sild. Teir høvdu roynt vestan fyri Skotland og høvdu fiskað umleið 200 tons, sum teir landaðu til Havsbrún. Fyri einari góðari viku síðani var Atlantsfarið eisini á Fuglafirði. Tá høvdu teir 330 tons av sild.
Atlantsfarið hevur nú fiskað sína sildakvotu, skrivar joanisnielsen.fo, og ætlanin er nú at fara í Norðsjógvin. Men fyrst verður skipið liggjandi á Miðvági, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt.
Christian í Grótinum var eisini á Fuglafirði í gjár við 200 tonsum av sild.










