Landaði tvær ferðir í tríggjar dagar

Fyrradagin landaði Tróndur í Gøtu í Noregi, og í dag landaðu teir aftur Tróndur í Gøtu kom til Selje í Noregi í nátt við 370 tonsum av marekli. Hetta var tann seinasti makrelurin, sum teir eiga at fiska í ár, og prísurin var eisini góður. Tróndur í Gøtu fekk 9,34 norskar krónur fyri kilo.

Hetta var annar túririn hjá Tróndi í Gøtu hesa vikuna. Mánadagin landaðu teir 168 tons av makreli. Tá var prísurin 8,60 norskar krónur fyri kilo.

Nú makrelkvotan er liðug, fer Tróndur í Gøtu á sildaveiði, tí teir hava eitt sindur av sildakvotuni eftir, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.