Landa feskt og fryst

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hava tey úr at gera í løtuni, tó at páskirnar júst eru lagdar afturum. Tvey línuskip landa í Klaksvík í dag. Jákup B, sum hevur verið undir Íslandi, hevur umleið 120.000 pund og Fugltúgvan, sum hevur roynt undir Føroyum, hevur millum 35.000 og 40.000 pund.

Meðan túrurin hjá Jákupi B undir Íslandi er hampiligur, hevur verið meiri smáligt hjá Fugltúgvuni undir Føroyum.

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hava tey annars úr at gera hesa vikuna.

Norðborg er komin aftur av túri og leggur umleið 1500 tons upp í Ánunum og Haki, sum hevur verið í Barentshavinum, hevur umleið 470 tons av heilfrystum.

- Vit hava einar 20 mans í Ánunum og einar 10 mans við Kósabrúnna, sigur Pól Fuglø, landingarformaður hjá Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík.