Landa 4.000 tons í Fuglafirði

Finnur Fríði

Tað er nærum ikki ein dagur gingin í januar uttan at eitt skip hevur verið inn á Fuglafirði og landa svartkjaft til Havsbrún. 


Hendan vikan hevur ikki verið nakað undantak. Í gjár landaði Høgaberg umleið 2.300 tons av svartkjafti til virkið, men í kvøld er ein uppaftur størri last í væntu.


Tað er nótaskipið Finnur Fríði, sum í kvøld byrjar at landa í Fuglafirði. Hann hevur fiskað umleið 2.600 tons av svartkjafti. Tað skrivar Havsbrún á síni heimasíðu.


Slættaberg er eisini á veg inn frá svartkjaftaveiðu. Teir hava umleið 1.400 tons av svartkjafti í lastini, og skulu eftir ætlan landa til Havsbrún.

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði