Seinnapartin hósdagin var móttøka í nýggju hølunum hjá ALV í Smiðjugerði.
1. september verður byrjað við virkseminum hjá ALV. Tá verður farið undir við Vinnuskeiði og Verkstaði.
Heilt fitt av fólki var samankomið til móttøkuna. Fyrst bjóðaði Bartal Kass, formaður í stýrinum fyri ALV vælkomin, og síðani helt landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu eina røðu. Í røðu sínari kom landsstýrismaðurin inn á, at Føroyar skulu eisini verða land teirra brekaðu, og tað skal betri kunning og meira tilvitan um tey brekaðu til her á landi.
? Eg vil heita á arbeiðsmarknaðin um at skapa rúm fyri teimum, sum vegna eina ella aðra orsøk hava verið noydd til at fara av arbeiðsmarknaðinum ella á ein ella annan hátt ongantíð er komin á arbeiðsmarknaðin, segði Páll á Reynatúgvu millum annað.
Væl nøgd
Kristina Larsen, sum er fyristøðukvinna í ALV, sigur, at tey eru væl nøgd við hølini.
? Vit byrja so smátt 1. september, og so aftaná ein mánað, so skuldi virksemið av álvara verið byrjað, sigur Kristina Larsen.
Tá verður byrjað við Vinnuskeiði og Verkstaði.
Vinnuskeiðið umfatar tvey verkstøð. Hetta vinnuskeiðið er fyri arbeiðstarnað, sum eiga at klára seg úti á arbeiðsmarknaðinum.
Hesi bæði verkstøðini verða margfaldsstovan og køkur.
Á hesi sonevndu margfaldsstovu verður skipað fyri arbeiði, sum umfatar teldur, kopimaskinur og øðrum hesum líknandi. Fólk kunnu so koma innar og bíleggja kopi, tekstir, uppseting av sangum og so framvegis. Her koma tey arbeiðandi at læra at fáast við teldu, taka ímóti bíleggingum og øðrum sum hoyrir hesum arbeiði til.
Hin verkstaðurin verður ein køkur. Her koma fólkini at fáast við matgerð. Ætlanin er at gera matpakkar og lættari máltíðir, sum síðani skulu út av húsinum. Harafturat verður undirvíst í mat og kostvegleiðing.
Hitt virksemi, sum byrjað verður við á ALV, er klædna- og sniðverkstaðurin. Hetta er fyri fólk, sum ein ikki væntar klára seg á arbeiðsmarknaðinum. Tað verið seg avlamispensionistar og fólk, sum ikki hava útlit til at klára seg ? rørslutarnað ella lættari sálarliga sjúk.
Seinni í heyst ella í vetur verður eisini avlamisarbeiði fyri pensjionistar á ALV. Hetta er fyri fólk, ið eru verri fyri, og talan er meira um hugna og lættari handverk.
Í fyrsta umfari er pláss fyri umleið 20 fólkum á ALV, og seinni verða fleiri tikin inn.
Hølini í Smiðjugerði eru ógvuliga snotulig. Ljós og rúmlig. So tað er ikki so løgið, at sjálvsognarstovnurin ALV er nøgdur við nýggju umstøðurnar.
Myndatxt: Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, helt røðu hósdagin í sambandi við, at sjálvsognarstovnurin ALV, lat upp nýggj hølir í Smiðjugerði