Land í sjónum

Hósdagin legði Gunnar Hoydal sína nýggjastu bók fram fyri almenninginum og fjølmiðlunum. Bókin fevnir um 21 ymiskar tekstir, sum eru settir í tíðarrøð frá fyrst í áttatiárunum til dagin í dag

 

Gamla Bókahandil ella H.N.Jacobsens Bókahandil kenna øll. Húsið, har handilin húsast, er eisini knýtt at nógvari og ríkari søgu. Har var Realskúlin í sínari tíð, og íbúðin hjá fyrstalæraranum, við tí vakra urtagarðinum, stendur so at siga órørd frá tíðini, tá ið so mætir rithøvundar sum William Heinesen og Christian Matras gingu í skúlanum.

Tað var eisini í hesari somu íbúðini, at tíðindafundur skuldi vera. Leiðin gongur fyrst inn í handilin; síðani inn eftir skeiva gólvinum. Íbúðin er eisini bæði hugnalig og gomul. Tað er ein heilt serligur dámur og eitt heilt serligt umhvørvi. Urtagarðurin er óføra vakur, veðrið er av tí besta og inni eru tey mentaðu eins og hin ómentaði.

Á skránni er framløga av nýggju bókini hjá Gunnari Hoydal. Útgevararnir kalla bókina eina sjáldsama bók, Gunnar Hoydal, ið avgjørt telist millum teir meiri virknu føroysku rithøvundarnar, hevur skrivað.

Tá bókin skuldi leggjast fram henda dagin, so var tað fyrst Halgir W. Poulsen, sum vegna grunnin fyri húsið og handilin, bjóðaði vælkomin og segði eitt sindur um sjálvt húsið og ætlaninar við húsinum.

Eisini Oddfríður M. Rasmussen frá Mentunargrunni Studentafelagsins, ið hevur givið bókina út, segði nøkur orð vegna grunnin.


Persónligt

Gunnar Hoydal tók eisini til orðanna henda dagin. Hann greiddi fyrst eitt sindur frá um húsið. Hann segði m.a., at húsið beinleiðis luktaði av bókmentum. Hetta var eitt sera týdningarmikið stað fyri føroyskar bókmentir. Av hesum orsøku eins og hin framúr vakra urtagarðin, so helt hann seg vera hepnan at sleppa at leggja sína bók fram í íbúðini.

Gunnar tosaði eisini um, at hetta var ein persónlig og kensluborin bók fyri hann. Bókin hevur støði í føroyskum viðurskiftum seinastu tíggju árini, har greitt verður teimum ymsu upplivilsunum gjøgnum áttiárini, kreppuni og hesa nýggju tíðina, sum hann kallar samtíðina.

Hann hugleiddi eisini eitt sindur um, at sjálvt um Føroyar eru eitt lítið land, so ber til at skriva so sera nógv um og frá hesum góðu oyggjum.

Bókin er at fáa í bókabúðunum. Bókin kostar 190 kr.