Meðan føroysku ítróttarfólkini í hesum døgum fyrireika seg til oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar, eru leiðslurnar innan ítróttina á ávíkavist Álandsoyggjunum og Ynys Mon við at fyrireika seg til at verða vertir fyri leikunum um fýra ár.
Saaremaa tók seg aftur
Upprunaliga vóru tað trý oyggjasamfeløg, sum vildu verða vertir fyri leikunum í 2009, men estiska oyggin Saaremaa tók seg aftur herfyri. Umboð fyri aðalstjórnina í oyggjaleikunum vóru og vitjaðu á Saaremaa og vóru væl nøgd við tað, ið tey sóu, men á estisku oynni hava tey nú tikið seg aftur sum møguligir vertir leikunum í 2009.
Sostatt eru tað nú bert Áland og Ynys Mon, ið eru inni í myndini til at gerast vertir, og herfyri vóru umboð fyri aðalstjórnina og vitjaðu hesar báðar oyggjabólkar til tess at gera ein meting av umstøðunum. Formaðurin í aðalstjórnini, Bo Frykenstam, sigur, at tey vóru imponeraði av umstøðunum á báðum støðum, og samstundis løgdu tey til merkis, at bæði á Álandi og á Ynys Mon vóru bæði ítróttarfólk og myndugleikar sera áhugaðir í at gerast vertir fyri leikunum.
Um tað verður Áland ella Ynys Mon, ið skal hýsa leikunum í 2009, verður endaliga avgjørt í sambandi við oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar. Grikska oyggin Rhodos er vertur fyri oyggjaleikunum í 2007.