Land & Synir mundi avlýst

Íslendski poppbólkurin var um reppið at avlýsa luttøkuna á Jóansøkufestivalinum, tí boð vóru eftir sangaranum í USA.

Festival summarið
 
Land & Synir verða eitt av nøvnum á Jóansøkufestivalinum hetta vikuskiftið, men bólkurin mundi avlýst framførsluna á festivalinum, tí Hreimur, sangarin var um reppið at sleppa við í eina risa stóra amerikanska sjónvarpssangkapping.
 
Stutt eftir, at bólkurin var sloppin við á Jóansøkufestivalin, vóru boð eftir Hreimi úr Los Angeles. Hann skuldi til casting í sambandi við sjónvarpssendingina SuperNova Rock-Star. Ætlanin var bara at vera í USA nakrar dagar, men Hreimur varð so væl dámdur, at hann kom longur og longur í kappingini, og fleiri vikur gingu. At endans var hann millum 20 tey bestu, gjørdist hann millum 15 tey bestu, so noyddist bólkurin at avlýsa konsertina á Jóansøkufestivalinum, so fyri føroyingar var tað heppið, at íslendski sangarin varð vrakaður, tá tey fremstu 15 vórðu vald.
 
Hóast Hreimur sjálvandi er harmur um, at hann ikki slapp við millum 15 tey fremstu, so gleðist hann um, at hann og bólkurin aftur sleppa at vitja í Føroyum. Hann sigur, at bólkurin er í ferð við at gera eitt lag á føroyskum, men at orsakað av ferðini til USA, so er hetta arbeiði somikið nógv seinkað, at hetta neyvan verður liðugt til Føroya ferðina.
 
Bólkurin fer í sambandi við Føroya ferðina at lata eina stakfløgu úr hondum, hetta er lagið Summer. Í sjónbandalagnum eru m.a. upptøkur við Land & Synum í Suðuroynni og Tórshavn frá ferðini í 1999.