LAN-party í Eysturskúlanum

Saman við Føroya Tele skipar 9. flokkur í Eysturskúlanum í Havn fyri stórum teldutreffi um vikuskiftið Hópin av teldum verða koplaðar saman umvegis LAN-netið á skúlanum, og so ber til at spæla og kappast móti hvørjum øðrum alt vikuskiftið. Byrjað verður klokkan 20 fríggjakvøldið, og spælt verður til sunnumorgunin. Eisini verður skipað fyri sølu av sodavatni, pizza og øðrum, sum hoyrir slíkum teldutreffi til.

 

Tekning fer fram á telfon 217818.