Hjúnini, sum eiga og reka Lampubúðina í Dr. Jakobsensgøtu 9 í Havn, Júst og Jacobina Skarðenni, hava í eina tíð havt ætlanir um at givist við handilsvirkseminum.
- Tankin streyfaði eisini í vár, tá vit lótu handilin aftur vegna koronu, men vit valdu tá at útseta afturlatingina. Nú er so endaliga avgerðin tikin um, at Lampubúðin letur aftur hin 23. desember í ár, sum er mikudagin í næstu viku.
Tað siga hjúnini, sum í dag eru ávikavist 75 og 70 ára gomul.
Tað eru nú fleiri ár síðan, at Jacobina gjørdist sjúk við Parkinson. Júst hevur eisini drigist við heilsuna, men hann hevur tað gott í dag. Tey bera seg bæði væl, og hvørgin teirra sær út til at vera farin um persjónsaldur.
Ein handil krevur bæði tíð og orku, og eftir at hava rikið handilsvirksemi í meira enn 37 ár, halda tey, at tíðin nú er komin til at gevast. - Vit lata ikki aftur fyrr enn 23. desember, so eg havi ikki veruliga roynt enn, hvussu tað kennist, sigur Júst Skarðenni brosandi.
Jacobina Skarðenni er skjót at svara upp á sama spurning, at hetta kennist væl. - Síðan eg gjørdist sjúk, hevur Júst verið nógv til arbeiðis í handlinum, og eg havi verið nógv einsamøll heima. So, eg gleði meg til, at maðurin nú verður meira heima.
Tá sølan í Lampubúðini var upp á tað besta, vóru fleiri fólk til arbeiðis í handlinum, og Jacobina minnist, at okkurt árið til jólar kundu tey vera eini fimm ella seks til arbeiðis. - Men, soleiðis hevur ikki verið nú í fleiri ár, nú tað eru fleiri, sum selja lampur, leggur hon aftrat.
Júst og Jacobina Skarðenni byrjaðu sítt handilsvirksemið í leigaðum hølum í 1983, og fyrstu tvey árini helt handilin til í M.A. Winthersgøtu í Havn. Síðan fluttu tey í onnur høli í Dr. Jakobsensgøtu, sum tey leigaðu frá Erlingi Simonsen, og her helt Lampubúðin til í eini tvey ár, árini 1985 til 1987.
##med2##
- Í 1987 keyptu vit eini gomul hús í Dr. Jakobsensgøtu. Húsini, sum vóru í ringum standi, vórðu rivin niður, og nýggjur bygningur í trimum hæddum varð bygdur á matrikkulin, siga Júst og Jacobina, sum vísa á, at samlaða gólvvíddin í bygninginum liggur um 350 fermetrar, harav handilin húsast á umleið 120 fermetrum.
- Her hevur so Lampubúðin verið øll árini síðan. Vit hava havt ein góðan og trúgvan kundaskara, og vit eru sera takksom fyri, at fólk hava stuðlað okkara virksemi so væl, siga hjúnini, sum Sosialurin, ið er borin í hvørt hús í dag, hevur skift orð við.
##med3##