Lampard var stóra hetjan á Goodison

Frank Lampard, sum hevur eina óvissa framtíð í Chelsea, var stóra hetjan á Goodison Park seinnapartin, tá liðfelagarnir og hann vunnu á Everton. Miðvallarin skeyt bæði málini hjá gestunum. Úrslitið var 2-1.

 

Hetta var fyrstu ferð síðan mars, at Everton tapti á heimavølli.

 

Hóast stóra leiklutin í dag, so er framtíðin hjá Lampard enn óviss í Chelsea. Nevndin og hann eru framvegis ikki í samráðingum um nýggjan sáttmála. Tað ásannaði hann fyri BBC eftir dystin.

 

- Vit hava ikki tosað saman í nakrar vikur. Tíðin fer at vísa, um eg haldi fram, segði hann.

 

Everton legði bragdliga fyri í dag, tá Steven Pienaar sendi heimaliðið á sigurskós eftir bara 61 sekund. Hann var fyrstur á bóltinum, tá Victor Anichebe stútaði í stólpan.

 

Við sínum tveimum málum gekk Frank Lampard undan hjá Chelsea. Miðvallarin javnaði stutt fyri steðgin. Sigursmálið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Chelsea er á triðja plássi við 38 stigum, ein dyst og fýra stig færri enn Manchester City, sum er nummar tvey.

 

Liverpool, sum vitjaði botnproppin Queens Park Rangers, reisti seg eisini aftur eftir tapið fyri Stoke mikukvøldið. Úrslitið var 3-0. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Luis Suarez stóð fyri tveimum av málunum, og Daniel Agger skjeyt eitt.

 

Úrslitini í dag:

 

Everton – Chelsea 1-2

QPR – Liverpool 0-3