Lampard sló metið

Við tveimum málum í dystinum móti Aston Villa syrgdi Frank Lampard ikki bert fyri sigrinum, men eisini sló hann metið fyri mest skorað mál í Chelsea.

 

Bobby Tambling, nú 71, hevði málmetið framman undan við 202 málum fyri Chelsea, men við sínum báðum málum móiti Aston Villa, frt Frank Lampard upp á 203.

 

- Eg hevði ongantið roknað við, at koma upp á 50 mál, fyri ikki at tosa um 100 mál, sigur Frank Lampard við BBC Sport.

 

- Tað er ógvuliga kensluborið, tá liðfelgar standa saman um teg, og áskoðarar heiðra teg. Hetta var ein ógvuliga kensluborin dagur fyri meg, sigur Fank Lampard.

 

- Eg gevi altíð mammu míni míni mál. Hon var altíð mín størsti fjeppari, og hon stuðlaði mær altíð so væl, bæði hon og pápi mín. Eg misti hana fyri tveimum márum síðani, sigur Frank Lampard.

 

Við sigrinum er Chelsea so gott sum tryggjað Champions League pláss komandi kappingarár.