Frank Lampard gjørdist í gjár mest skorandi miðvallarleikarin á enska landsliðnum nakrantíð.
Tað var ein rættiligur varði, sum enska stjørnan úr Chelsea náddi við sínum máli móti San Marino í gjár. Tí meðan tey flestu tosaðu um støddina á sigrinum, 8-0, so tosaðu fleiri eisini um Frank Lampard.
Miðvallarleikarin skoraði sítt mál nummar 28 fyri enska landsliðið, og tað er tað mesta, ein miðvallarleikari hevur skorað í ensku landsliðstroyggjuni. Tey 27 málini hjá David Platt røkka nú bara til annaðplássið.
- Tað kennist ófatiligt at vera mest skorandi miðvallarleikarin í ensku søguni. Eg eri errin av tí varðanum. Alla fótbóltslívsleiðina havi eg roynt at skora mál. Tað var stórt at vera har uppi, sum Bryan Robson og David Platt vóru, og nú eri eg oman fyri teir, sigur Frank Lampard, sum var liðskipari í dystinum móti San Marino, tí Stevan Gerrard varð spardur.
34 ára gamli Frank Lampard hevur skotið tey 28 málini fyri landsliðið í 95 dystum.