Lampard fer ongan veg

Frank Lampard manar nú alt tos um eitt møguligt skifti til spanskan fótbólt í jørðina

Fótbóltur

Samstundis sum Chelsea við tryggum sigri á Sheffield United helt fast um trýstið á Manchester United, kom Frank Lampard við eini gleðiligari staðfesting til flestu Chelsea-viðhaldsfólk.

Chelsea í sálini
Seinasta hálva árið hevur støðugt verið gitt og sleygað um, at Lampard var ávegis til Barcelona, men um vikuskiftið staðfesti 28 ára gamli miðvallarin, at hann ikki ætlar sær nakran veg.
- Eg ætli mær at verða verandi í Chelsea. Eg havi ongan tíð havt ætlanir um at fara úr felagnum, og tað havi eg framvegis ikki. Her havi eg alt tað, sum eg kann ynskja mær í lívinum, sigur hann við The Sun.
- Seinastu seks árini hava familjan og Chelsea verið mítt lív. Eg veit væl, at slíkt ofta verður sagt, men hjá mær er hetta veruliga mín hjartans meining. Viðhaldsfólkini hjá felagnum eru veruliga vorðin partur av míni fótbólts-familju, og eg veit við mær sjálvum, at eg siti millum teirra, tá eg ikki longur sjálvur eri á vøllinum, sigur hann.

Vil hava sáttmála
Frank Lampard nýtti tó eisini høvi í prátinum við the Sun at heita á leiðsluna um at skunda sær við sáttmálatosinum.
- Eg eri sum so ikki bangin um støðuna, men tað er frustrerandi, at øll støðugt tosa um mína framtíð. Veruleikin er tó, at Chelsea enn ikki hevur lagt eitt uppskot til nýggjan sáttmála fram, og tað er eitt sindur irriterandi, sigur hann.