Lamhauge maðurin hevur góða tíð

Hóast felagið hjá honum, Lyngby, hevur staðið seg so mikið illa, at tað næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini, so hevur føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst, staðið seg so mikið væl, at tað eru fleiri feløg, sum hava víst honum áhuga. Tað hevur seinastu tíðina ljóðað, at meistaraliðið, AaB, er millum hesi feløgini, men sambært høvuðspersóninum sjálvum er einki í hesum:

-Eg havi einki hoyrt um hetta sjálvur. Í føroyskum miðlum hevur verið tosað um hetta, men eg kenni einki til tað, sigur Christian Lamhauge Holst við bold.dk.

Sáttmálaskeiðið hjá Lamhauge og Lyngby verður liðugt um ársskiftið, og partarnir tosa um at leingja samstarvið.

-Um tað kemur gott tilboð aðra staðni frá, so hevði tað verið burturvið ikki at tikið av, men eg samráðist eisini við Lyngby, so tað er eisini ein møguleiki, at eg fari at halda fram her, sigur Christian Lamhauge Holst.

26 ára gamli føroyski landsliðsspælarin flutti í 2003 úr Svendborg og til Lyngby. Hann er toppskjútti hjá Lyngby við níggju málum, og tað eru bara fimm spælarar í superliguni, sum í hesum kappingarárinum hava skorað fleiri mál enn hann.