Lamhauge kós móti superliguni

Silkeborg við Christian Lamhauge Holst í hópinum er í kvøld á veg úr Herfølge við 3-1 sigri eftir sjónvarpaðu (TV2sport) oddauppgerðina.

Úrslitið ber við sær, at Herfølge nú er á niðara uppflytaraplássinum við 34 stigum. Silkeborg hevur 32 stig. Herfølge hevur spælt 17 og Silkeborg 16 dystir.

Føroyska íslettið var ikki so stórt í kvøld. Christian Lamhauge Holst var á beinkinum, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá ið føroyski landsliðsspælarin varð skiftur inn, var støðan 2-1 til Silkeborg.