Lamhauge í nýtt felag

Christian Lamhauge Holst er bara tretttandi maður í felagnum, sum hann nú verður partur av

Tá ið Føroyar klokkan 17 í dag fara at spæla landsdyst á Tórsvølli ímóti Rumenia, verður Christian Lamhauge Holst millum teir fyrstu ellivu. Hetta er 50. ferðin, at hann fer at umboða Føroyar, og 33 ára gamli Christian Lamhauge Holst boðaði í vikuni frá á in.fo og Rás2, at hetta verður síðsta ferðin, at hann verður á landsliðnum.

 

Christian Lamhauge Holst, sum er føddur jóladag í 1981, var fyrstu ferð á landsliðnum fyri tólv árum síðani, tá ið hann 6. september í 2003 varð skiftur inn á Hampden Park í Glasgow í Skotlandi. Seks minuttir undan dystarenda varð Julian Johnsson skiftur út, og í hansara stað varð Christian Lamhauge Holst, sum tá umboðaði Lyngby, skiftur inn. Skotland vann 3-1.

 

Umframt Lyngby hevur Christian Lamhauge Holst umboðað tvey onnur feløg á landsliðnum – Silkeborg IF og Fremad Amager. Fýra ferðir hevur hann verið millum málskjúttarnar – í 2008 ímóti Estlandi, í 2010 ímóti Norðurírlandi, í 2014 ímóti Gibraltar og í 2014 ímóti Finnlandi.

 

Í dag røkkur Christian Lamhauge Holst fimmti landsdystum. Í tí felagnum, sum hevur umboðað føroyska landsliðið 50 ferðir ella meiri enn tað, eru tað trettan spælarar. Teir eru Fróði Benjaminsen (86), Óli Johannesen (83), Jákup Mikkelsen (73), Jens Martin Knudsen (65), Julian Johnsson (62), Jákup á Borg (61), John Petersen (57), Allan Mørkøre (54), Rógvi Jacobsen og Súni Olsen (53), Øssur Hansen (51) og Christian Høgni Jacobsen og Christian Lamhauge Holst (50).