Lamhauge heldur fram í somu øði

Feløg hjá trimum útisetum tryggjaðu sær mikukvøldið pláss í áttandapartsfinaluni, meðan SønderjyskE dumpaði á heimavølli, tá ið Rógvi fekk fyrsta møguleikan at royna seg

DANSKA STEYPAKAPPINGIN

Tað var pressufundur í Haderslev seinnapartin mikudagin. Rógvi Jacobsen varð vístur fram sum nýggjur spælari hjá SønderjyskE, og tað varð kunngjørt, at tveir spælarar høvdu skrivað undir nýggjar sáttmálar.
Mesti áhugin snúði seg kortini um, at felagið kunngjørdi, hvør nú skal standa á odda fyri superliguliðnum, eftir at venjarin higartil herfyri kendi seg noyddan at taka seg aftur, eftir at hann í bilinum var dumpaður í rúsdrekkakanning.
Morten Bruun er nýggjur venjari hjá Rógva Jacobsen. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta verið viðmerkjari í sjónvarpinum. Í síni tíð spældi hann 424 dystir í Silkeborg og 11 landsdystir. Hann tók venjaraábyrgdina í Silkeborg á seg í 2001, tá ið tað sá ógvuliga svart út. Tað varð mett at vera bragd, at tað eydnaðist honum at venda skútuni, so liðið slapp undan niðurflyting. Venjarin valdi tá beinanvegin at leggja frá sær aftur. Nú fer tað í SønderjyskE at vera høvi at síggja, hvussu hann og Rógvi Jacobsen og hinir spælararnir fara at standa seg. Málið er í fyrsta umfari at sleppa undan niðurflytingini. Morten Bruun og SønderjyskE hava skrivað undir samstarvsavtalu inntil á sumri í 2007.
Fyrsta ferðin, at nýggi venjarin fer at sita á beinkinum í SønderjyskE, verður sunnudagin, tá ið Esbjerg fer at vitja og satt botnstríð verður á skránni í Haderslev. Mikukvøldið var nýggi venjarin millum áskoðararnar, og fyri hann og hini í SønderjyskE var tað stórt vónbrot, at liðið tapti 2-1 móti Horsens, sum er felagið hjá Johan B. Hansen.
Rógvi Jacobsen var úttikin at vera millum teir sekstan á listanum hjá SønderjyskE. Luttøkan hjá honum var treytað av, at spæliloyvið var komið úr Íslandi, og undan uppgerðini móti Horsens høvdu teir í Haderslev fingið pappírini upp á Rógva. Seinnapartin av 2. hálvleiki vardi Horsens, og heimaliðið trýsti fyri at fáa mál. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, varð Rógvi Jacobsen settur á vølllin, men tað segði tað sama. SønderjyskE hevur ikki serliga steypasøgu at vísa á, og heldur ikki í hesum kappingarárinum rukku teir longri enn í 16. parts finaluna.
Johan B. Hansen var ikki á Horsens liðnum, sum vann 2-1 í Haderslev.

Christian heldur fram
Fyrrverandi landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst heldur fram við at gera um seg í næstbestu deildini. Sunnudagin skoraði hann trý mál í landskappingini, og mikukvøldið skoraði hann tvær ferðir, tá ið Lyngby tryggjaði sær luttøku í áttandaparts finaluni.
Lyngby var á útivølli móti Døllefjelde-Musse, sum onkra ferðina áður rættuliga hevur gjørt um seg í steypakappingini. Heimaliðið legði seg framum bæði 1-0 og 2-0, men tveir minuttir undan steðginum minkaði Christian Lamhauge Holst um munin, tá ið hann var á rætta staðnum røttu løtuna og setti fótin undir innlegg úr høgru.
Fimm minuttir undan leikloki var Christian aftur upp á spæl, tá ið hann økti Lyngby leiðsluna til 4-2. Aftur var tað eftir innlegg úr høgra borði. Lyngby vann 5-2.
Eisini Frem við Jón Róa Jacobsen millum teir fyrstu ellivu tryggjaði sær pláss í næsta steypaumfarinum. Frem hevði vitjan av AB, sum legði seg á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Frem javnaði í 38. minutti, og støðan var 1-1, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini skoraði Frem sigursmálið til 2-1. Tveir minuttir frammanundan var Jónas Þór Næs komin á vøllin.
Jón Rói Jacobsen spældi alla tíðina. Í onkrum hornasparksstøðum var um reppið, at hann skoraði fyri Frem.
Í Danmark snúði mesta fótbóltsprátið mikukvøldið seg um, at superligu liðið AGF, sum eftir ógvuliga tama byrjan so spakuliga er farið at koma fyri seg í landskappingini, tapti 2-0 á útivølli móti Randers, sum fyrr í summar flutti niður úr superliguni.
Áttandaparts finalurnar í steypakappingini eru á skránni 19. oktober. Tá fara tey feløgini í superliguni at taka lut, sum ikki higartil hava verið uppií. Tað snýr seg eitt nú um AaB og Súna Olsen.