KJ Hydraulik er ein fyritøka, ið er kend fyri sín serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnuvinnuna á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna.
Fyritøkan, sum hevur yvir 30 ár á baki, hevur seinnu árini lagt seg eftir at selja og servisera entreprenørmaskinur, traktorar og útgerð til landbúnaðin og umboðar traktorar av nógvum ymiskum sløgum sum t.d. týsku Deutz, italsku Lamborghini, kekkisku Zetor, donsku Vitra og japansku Iseki, umframt entreprenørmaskinur sum ensku JCB, koreansku Hyundai og svensku Huddig. Eisini maskinir til pakking av hoyggjballum av merkjunum Tanco og Welger.
Vit selja traktorar í øllum støddum, heilt frá minitraktorum við 15 hk til stórar traktorar við 300 hk. Við tað at vit selja so nógv ymisk sløg og hava so stórt úrval kunnu vit altíð bjóða kundunum eina skraddaraseymaða loysn, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik. Tað at selja so nógv ymisk sløg setur sjálvandi stór krøv til okkum, tí leggja vit serligan dent á at veita kundunum eina so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt. Vit hava t.d. eina 24-tíma døgntænastu, har kundarnir altíð kunnu ringja, um okkurt er áfatt.
Hjá KJ Hydraulik, sum heldur til í Mykinesgøtu í Havn og á Kambsdali, arbeiða uml 60 fólk.










