Lamair til arbeiðis í Føroyum

Um vikuskiftið fara nýliga influttu lamairnar til arbeiðis, tá eigarin skipar fyri gongutúri úr Havn til Leynar

Leygardagin fara tær báðar lamairnar, Alpacha og Lama til arbeiðis fyri fyrstu ferð í Føroyum, tá eigarin Torkil Sandá skipar fyri gongutúri við ferðafólki.

Gingið verður fram við Skælingsvatni, Sátuna og Skælingsfjalli. Gongutúrurin endar við eini lættari máltíð á útikafe í Leynum, áðrenn farið verður aftur til Havnar við bili.

Torkil Sandá keypti herfyri tær báðar lamairnar frá Vildtfarm Nord úr Nibe. Ætlanin er at brúka lamairnar til lama-trekking, ið er eitt kent fyribrigdi aðrastaðni. Til slíkar túrar kunnu ferðafólk vanliga sjálvi leiga sær eina lama sum pakkaesil.

Í fyrsta umfari ætlar Torkil Sandá sær tó sjálvur at standa fyri fyriskipaðum túrum við lamaunum, sum fólk so kunnu tekna seg til.