Lama Sea kunnu vinna tríggjar planetir

Nógvir av royndastu tónleikarunum eru umboðaðir í listanum yvir uppskot til planet heiðurslønir, men tað er ein rættiliga nýggjur bólkur, ið er í uppskotið til flestar virðislønir.

Lama Sea eru í uppskoti til tríggjar av teimum seks planetunum. Bólkurin er í uppskoti til Besta føroyska og Besta nýggja, meðan sangarin Janus Rasmussen er í uppskoti til Besta sangara. Eftir sum Lama Sea ikki hevur eina útgávu, ikki hevur eina songkvinnu og heldur ikki er ein útlendskur bólkur, so er bólkurin í veruleikanum í uppskoti til allar tær virðislønirnar, ið bólkurin kann vera í uppskoti til. Hetta er sera flott.

tríggir bólkar eru í uppskoti til tvær planetir: 200 fyri bestu útgávu og besta bólk, Petur Pólsson fyri bestu útgávu og besta nýggja og GBOB vinnarin Marius fyri besta nýggja og besta bólk.

At trý av nýggju nøvnunum eru umboðaði í øðrum í uppskotunum til aðrar virðislønir, er sera jaligt, og skal síggjast, sum tekin um, at føroyskt tónleikalív er livandi og í góðari menning. Hendan virðislønin Besti nýggji verður latin til ein einstakling ella bólk, ið hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í árinum 2005.