Lalandia er ein perla

Lalandia er frítíðarstaðið, har eingin keðir seg, og fólk kunnu veruliga hugna sær bæði inni og úti. Stóri vinningurin í jólakappingini hjá Sosialinum er ein ferð til Danmarkar við uppihaldi á Lalandia. Ferðin er fyri 18 fólk, so um tú vinnur, kanst tú bjóða 17 fólkum við tær til Lalandia

Lalandia er eitt av bestu feriuupplivilsunum, sum tú kanst hava í Danmark. Stóra og snotuliga frítíðarstaðið har suðuri í Danmark lokkar á hvørjum ári túsundtals fólk til sín, og eingin fer vónbrotin avstað aftur.
Frítíðarstaðið bjóðar stórum og smáum, ungum og gomlum stuttlig og fjølbroytt feriuupplivilsi. Lalandia liggur í Rødby á Lollandi, og har eru 25.000 fermetrar av øllum hugsandi aktivitetum undir taki.
Síðsta summar varð júst hesin parturin av feriustaðnum víðkaður, og sjálvur mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen var til staðar, tá ið umbygdi aktivitetsdepilin undir taki lat upp.
Í útbyggingini vóru millum annað nýtt risastórt spæliland, nýggj skoytuhøll, nýggj café, størri bowlinghøll og fleiri matstøð. Síðani er spælilandið enn einaferð útbygt og bjóðar enn fleiri møguleikar til børnini.
Aktivitetir eru til øll, og sum búgvandi gestir fáa øll atgongd til baðiland, fleiri spælipláss, matarstøð, undirhald, ítróttarøki og mangt annað.
Í baðilandinum eru millum annað 250 metrar av skreiðibreytum, aldur, gosbað, hitarúm, stórir og smáir hyljar umframt fleiri spælipláss. Monky Tonky land við hópin av tilboðum til børn, dvørgageitum og so framvegis setir eisini dám á lívið í Lalandia.
Gist verður í smáum húsum við øllum hentleikum, og síðani ber til at uppliva alt, sum upplivast kann.
Lalandia er við nýggju útbyggingini blivið størsta feriustað av sínum slagi í Norðurlondum. Gestirnir koma serliga úr Danmark og Svøríki, men eisini nógvir føroyingar hava havt sítt lív feriuupplivilsi í Lalandia.
Í næstum verður farið undir byggingina av einum nýggjum Lalanida, sum kemur at liggja í jútlandi - nærindis flogvøllin í Billund og Legoland. Nógv ferðafólk leita sum er til Legoland, og tí verður nýggja Lalandia lagt í sama øki. Ætlanin er, at Lalandia í Billund skal verða liðugt í 2009.
Men áðrenn tað kemur so langt, fært tú nú kjansin at vinna eitt uppihald í Lalandia í Rødby, og vilt tú stytta tær um myrku vetrardagarnar við upplivilsum á Lalandia, kanst tú byrja við at vitja heimasíðuna hjá teimum – www. lalandia.dk